Aftur til tíðindasavn

Infobræv:

13 jul 2021

U17 landsliðið hjá Føroyum fekk javnleik í seinasta dystinum ímóti Danmark í Haderslev í dag, úrslitið var 0-0. Úrslitið er framúr og stórt fyri føroyskan kvinnu - & gentu fótbólt, men heystar ikki nógva umtalu í miðlunum, har flytingargluggin millum feløgini í Føroyum heldur hevur fult fokus.


Hetta var triði og seinasti NM dysturin og annar ímóti Danmark. Dysturin skuldi avgerast við brotspørkum og her vann Føroyar 4-3, har Anna Katrina átti seinasta sparkið fyri Føroyar.
Katarina, Sólja og Anna Katrina leiktu við í tapinum á Hollandi fríggjadagin og í dag byrjaðu Sólja og Anna Katrina.
Gamaní hevði Danmark yvirvág í spælið í nógva hitanum, men Føroyar vóru væl skipaðar í verjupartinum og góvu Danmark ikki nógvar stórar møguleikar og so hóttu vit einastakar ferðir. So alt í alt en góð fyrireiking og gott fundament hjá liðnum og venjara til EM kvalifikatiónina í Slovakia í novembur.
Skála ÍF er eisini væl umboða á U15 landsliðnum, har Jakubina Bergsdóttir og Ingrid Berg Rasmussen vóru við í venjingardysti í gjár ímóti donskum klubliðið har okkara vunnu greitt.
Eisini U15 gentulandsliðið skal uttanlanda at royna seg í heyst.
Gentu - og landsliðsfótbólturin hevur fingið nógv pláss á síðuni í feriuni og tað av góðum grundum, tí tað er stórt hjá Skála ÍF og fótbóltinum á vestara armi, at hava fleiri leikarar á ymisku landsliðunum.
Poul Kallsberg hevur verði okkara stolta umboð á dreingjasíðuni í fleiri ár og vónandi fara vit eisini at síggja fleiri dreingir umboðandi Skála ÍF á yngru landsliðunum framyvir.
Nú mugu vit heldur ikki gloyma flaggskipið...
Nú flytingargluggin letur aftur fær besta liðið hjá Skála tilgongd. Til tess at hava tveir skikkaðar málmenn hevur Skála ÍF gjørt avtalu við spaniólan Pedro Luis Moreno Gonzalez í higartil í ár hevur leikt við AB. Hann vandi fyrstu ferð við hópinum í kvøld. Avtalan er fyribils galdandi fyri hetta kappingarárið.
Sum fyrireiking til seinnu hálvu leikar besta liðið venjingardyst ímóti Víkingi komandi leygardag.
KOYR Á SKÁLA !!!

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF