Aftur til tíðindasavn

Stevnudystir

13 jun 2021

Fjarðastevna plagar eisini at merkja stevnudystir og góðan stevnuhýr kring vøllin undir Mýruhjalla. Sum kunnugt blivu stevnutiltøkini avlýst vegna koronustøðuna í landinum. Men dystirnir, ið vóru á skrá um vikuskiftið, blivu allir spældir. Og stevnusteyp, latin av Arbeiðarafelagnum Lýsing, blivu handaði vinnandi liðunum.


Tað má nokk sigast at vit vóru ikki beinleiðis gestablíð viðvíkjandi steypunum, tí onki gestalið slapp avstað við steypi hesuferð.


Úrslitini vóru:
U21: Skála - KÍ 6-1
D15: Skála - B36 1-1 (straffikapping 4-3)
3.Deild menn: Skála - B71 13-1
1.Deild menn: Skála - Víkingur 2-1
G15: Skála - NSÍ 8-0


Vit vilja takka KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag og B71 fyri vælvild at vilja flyta dystir, so vit fingu hesar dystir við í stevnudystarskránna.

Myndasavn

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

18. sep 2026

SKÁLA U21 STEYPAVINNARAR 2026

17. sep 2026

Tættur dystur í minnu steypafinaluni

26. mai 2026

Stuðuls­renning

19. apr 2026

Tilmeldingardagu­rin 2026