Við einum 2-1 arbeiðssigri móti B36 í dag, hava kvinnurnar lagt seg á odda í landskappingini, við at hava skora fleiri mál enn KÍ, ið máttu fara norð aftur úr Gundadali við einum stigi eftir 0-0 móti HB. Bæði liðini hava 19 stig eftir 9 dystir.
Málini í dagsins dysti skoraði Lea Lisberg, ið hevur lagt seg á eitt 2. pláss á málskjótaralistanum fyri betri kvinnur, beint í hølinum á Hervør Olsen hjá KÍ.
Mikudagin kl. 19 hittast EBS/Skála og B36 aftur undir Myruhjalla, hesuferð í steypakappingini. Vónandi klára vit aftur tá at hála ein sigur heim!! SAMAN STANDA VIT STERKAR!!
Seinastu tíðindi
18. sep 2026
SKÁLA U21 STEYPAVINNARAR 2026
17. sep 2026
Tættur dystur í minnu steypafinaluni
26. mai 2026
Stuðulsrenning
19. apr 2026