Skála IF bjóðar nú sínum trúføstu stuðlum at keypa trý sløg av árskortum: Vanlig árskort, silvurkort ella gullkort. Øll kortini geva ókeypis atgongd til heimadystirnar.
Árskortið kostar kr. 500,-
Keypir tú silvurkort, fært tú haraftrat ókeypis te, kaffi og køku og kanst luttaka á kunningarfundum, har venjarin kunnar um taktisku ætlanirnar í dagsins dysti. Silvurkortið kostar kr. 2.000,-
Eitt gullkort gevur allar fyrr nevndu fyrimunir, umframt ókeypis atgongd til eitthvør tiltak, sum felagið skipar fyri, sum t.d. konsertir og ársveitsluna. Ætlanin er eisini at vísa finalurnar í EM og Champions League á stórskíggja, og tá sleppur eigarin av gullkorti ókeypis inn við mati íroknað. Lívið gerst bara lættari við gullkorti. Sjálvt stevnubúffurin er íroknaður gullkortið. Gullkortið kostar kr. 4.000,-
Nú ræður um at spæla kortini rætt. Felagið takkar hjartaliga fyri allan stuðul, og leggur sær eina við at brúka hvørja krónu so skilagott sum gjørligt til gagns fyri hvønn einstakan lim og ein mennandi felagsskap. Nú er bert ein spurningur eftir at seta: Ert tú til gull ella silvur? Ella er eitt vanligt árskort tað rætta fyri teg?
Kortini kunnu keypast við at venda sær til formannin á telefon 23 80 56.
Skála takkar fyri stuðulin.
Seinastu tíðindi

Stuðulsrenningin útsett til august mánaða

Stuðulsrenning

Lutaseðlasøla
