Aftur til tíðindasavn

DYSTARLÝSING: AB-SKÁLA : 0-1

06 mar 2021

Í einum tøttum og kropsligum dysti vann besta liðið hjá monnum sær 3 harðvunnin stig í dag.

Tað vóru ikki nógvir møguleikar í dystinum og tað lá í luftini at tað liðið, id fekk fyrsta málið fór at vinna dystin.
Til ein 1. deildar dyst høvdu rættuliga nógvir áskoðarar leita sær inn í Vika á Argjum, eisini nógv av okkara vóru har í góðveðrinum.
Skála byrjaði við Tóri í mál, Mikal, Pedro, Kristian Martin og Jonhard í verjuni. Niels Pauli, Pætur og Jákup í tríkantinum á miðjuni. Pól og Andreas á kantunum og Dávidi fremst.
Skála var spælstýrandi fyrstu 20. minuttirnar, men skaptu ikki stórvegis og sum hálvleikurin leið, leikaði meira javnt á. Eitt einkult "KM raid" við langskoti og onkultar langskotsroyndir frá báðum pørtum, men onki veruliga vandamikið.
Spentasta støðan var tá trunkaspæl var í Skála brotsteignum, har Skála hevði torført at fáa bóltin av vandaleið. AB bonkurin meinti hond var á, men ongin døming av fína dómaranum og 0-0 til hálvleiks.
Jonhard fekk ein snudd undir síðuna og kom ikki inn aftur í seinna hálvleiki. Teitur kom inn á høgra - meðan Mikal fór á vinstra vongverja.
Gongdin var tann sama seinnu hálvu, nógvir nærdystir og menn lógu afturá í nógvu tvídystunum kring vøllin. AB var ágangandi og løgdu trýst á okkara og dómara, men roynda verjan hjá okkum lat seg ikki ávirka, og sum leið gekk alsamt betur at spæla kantarnar, har serliga Poul sýntist væl upplagdur.
Vit fingu ein hvøkk tá Kristian Martin bleiv liggjandi eftir eina eftirtakling, har hann bleiv raktur í knæi, men hann spældi so at dystarenda, hóast hann ikki tyktist 100 %.
Jan kom inn fyri Jákup og blivu vit eina tonn meira álopskendir. Vit komu til fleiri deyðbóltstøður og við eina av hesum fáa vit avgerandi málið tá 20 minuttir resta. Vit fáa fríspark frammi í vinstru á AB hálvuni. Flestu vænta "innatskrúva" spark, men ístaðin leggur Poul flatt líka út um brotsteigin, har Niels Pauli ótarnaður smekkar til flatt og millum allar leikarnar, fer bólturin í handara síðunet.
AB framdi nakrar álopskendar útskiftingar, men blivu ongantíð beinleiðis vandamiklir og nærum øll innleggini tóku miðverjan og serliga Tórur sær trygt av, sum annars fekk eina fína debut í málinum.
Dómarin legði nógva tíð aftrat, men Skála hevði tamarhald á støðuni og týdningarmikil sigur, var í hús ímóti einum av kappingarneytunum til uppflyting.
Skála hevði í dag eina meira roynda verju, meðan fremstu fýra, allir vóru av yngra ættarliðnum. Sorin og Bogi valdu, at koyra uppá tað tryggað og skipaða nú tydningarmikil stig vóru upp á spæl.
Undir øllum umstøðum so komu vit væl frá landi og tað er týdningarmikið, tí í ár verða fleiri slíkir dystir og tá ræður um at verða klárir. Í dag vóru vit testaðir kropsliga og ivaleyst eru nógvir eymir í kvøld, men vit stóðu testina sum okkara kropsligi venjari ivaleyst eisini eigur heiðurin av, eftir at hava koyrt á leikarnar í fleiri mánaðir.
Godt begyndt er halvt fuldendt. Komandi dystur verður í Hólmanum, ímóti teim næstubestu hjá Eb/Streymi.
Tað ræður um at arbeiða eins hart og í dag og ikki minnst sinniliga verða í javnvág, tá vit eru í einum óvæntum favorit leikluti.
KOYR Á SKÁLA !!!

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF