Aftur til tíðindasavn

Fagnaður á aðalfundinum

25 feb 2021

Skála Ítróttarfelag helt aðalfund í høllini í kvøld. Talan var um ein hugaligan og jaligan fund, við okkurt um 50 luttakarum.

Tá aðalfundurin í fjør var liðugur, og nývalda nevndin legði til brots, var øllum greitt, at tað fór at vera ein tungur burður at reka felagið í 2020, tí felagið hevði stórar fíggjarligar avbjóðingar, og fleiri leikarar høvdu gjørt av at royna seg í øðrum feløgum.
Men tyktist uppgávan møtimikil frá byrjan av, so gjørdist uppgávan munandi truplari, tá korona legði mest sum alt felagsarbeiðið lamið eitt tíðarskeið, og legði fótonglar í vegin fyri øll tey vanligu inntøkuskapandi tiltøkini, sum felagið plagar at skipa fyri.
Tó hevur felagið hóðra undan, og tað hevur eydnast at fáa javnvág í raksturin, og rudda upp í skuld, umframt at felagið hevur staðið seg væl ítróttarliga í fleiri deildum.
Í formansfrásøgnini nam Ingi Hansen við nakrar visiónir sum eru løgd fyri felagið. Ungdómsarbeiðið er raðfest og meir fíggjarorka er løgd í ungdómsarbeiðið. Málið er at trivnaður og felagsskapskenslan skal vera í hásæti, og at pláss skal vera fyri øllum, og at øll skulu kenna seg sum part av felagsskapinum. Og tað eru aðrir mátar at vera partur av felagsskapinum, enn bara at duga væl at sparka - brúk er fyri øllum kreftum!
Eisini nevndi Ingi at Per Mikkelsen var í uppskoti til heiðursløn frá ÍSF sum ítróttarfyrimynd, og fyri okkum er Per við familju ein stór fyrimynd. Per bleiv eisini heiðraður við eini gávukurv, sum eisini var ein heilsan til konu og børn. Fundurin fagnaði eisini Per, sum nú takkar fyri seg í nevndarhøpi.
Øll hildu ondini, meðan kassameistarin Malene Jacobsen legði fram roknskapin. Malene greiddi frá at vegna koronatilmælini, máttu stórt sæð øll tey vanligu tiltøkini avlýsast, og harvið vóru teir inntøku møguleikarnir munandi skerdir. Veittur koronastuðul umvegis ÍSF umframt koronastuðul frá FSF, hevur tó verið eitt plástur á sárið.
Eisini greiddi Malene frá teimum átøkum sum eru gjørd, at koma felagnum burturúr tyngjandi skuldarbyrðuni, sum felagið var í. Samráðingar hava verið við tey sum høvdu áogn í felagnum, um at niðurskriva ein part av skuldini, og saman við kommunalari vælvild, stuðlum og øðrum góðum kreftum, umframt góðari vælvild frá áognarum, er eydnast at avvikla alla falna skuld, umframt at økja sponsorinntøkurnar munandi.
Hetta merkir at felagið við roknskaparlok 2020, kann leggja yvir 1,2 mio afturat eginpeninginum.
Hetta bleiv stórliga fagnað av fundarfólkinum, ið eisini góðkendi roknskapin uttan viðmerkingar.
Til seinast var nevndarval. Nývald í nevndina er Drós Reinert Joensen, umframt at Pól Andrias Brøndum Kallsoy bleiv valdur sum varalimur.
Fundarstjórin Kristmund Johannesen tók samanum fundin, og staðfesti at hóast truplar umstøður, hevur nevndin gjørt eitt megnar arbeiði, og hevur fingið felagið á rættkjøl fíggjarliga, umframt at felagið eisini hevur góð ítróttarlig úrslit frá 2020 at vísa á, hóast felagið endaði við at flyta niður úr betri deildini hjá monnum.
Fundurin fagnaði hesum við lógvabrestum.

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF