Aftur til tíðindasavn

STEYPAFINALA G18: Ebstreym/Skála-B36 : 1-0

20 nov 2020

Felagsliðið Ebstreym/Skála Gentur 18 eru steypavinnarar 2020.

Í einari intensari og spennandi finalu skuldu vit 15 min. inn í longdu leiktíðina áðrenn avgerðin fall, tá vit fingu brotspark og Silja setti inn.

Sjálvt um hóskvøld 19.nov. so vóru nógvir áskoðarar úr Sundalagnum og av vestara armi og stuðlaðu felagsliðnum. Tað var stilt og um frostmarkið í kvøld.
Tað ávirkaði spælið nakað at vøllurin frystur í støðum soleiðis at bólturin ferðaðist skjótt og torført var hjá sjálvt teim mest teknisku leikarum at fáa tamarhald á.

Fyrsta hálva tíman var B36 omaná tær vóru fyrstar á flestu bóltum, men sum hálvleikurin leið fáa vit tamarhald á og fáa spæli at koyra. B36 hevur ein vandamiklan møguleika tá vinstri kantur verður leikt frí, men Marita í málinum bjargar meistarliga.
Skála fær løtu seinni stóran møguleika tá Lea, tætt undir málinum, skallar beint við síðuna av eftir gott frísparksinnlegg úr høgru.

Skála byrjar aðru hálvu har vit sleptu. Eftir uppspæl í høgru høggur Silja til beint uttanvert brotsteig, men bólturin brestur í samankomingina. Vit royna at spæla upp gjøgnum miðjuna og so út á kantarnar, meðan B36 mest roynir at finna kantarnar við longum sendingum. B36 fær ein møguleika um miðjan hálvleik tá høgri kantur verður leiktur leysur, men ov spískur vinkul og skotið fer omanfyri. Vit hava eisini góðar støður, men eftir vanliga leiktíð er málleyst.

Longda leiktíðin gjørdist spennandi har bæði liðini kempa og skiftast um at hava yvirtakið. Vit eru leikliga omaná men tað knípir at koma til stóru málmøguleikarnar. Ikki fyrr enn tað resta 5 min av longdu leiktíðini bragdar.
Long sending verður løgd í brotsteigin har teirra miðverji fer ov harðliga í ryggin og ger brotspark ímóti Eyðbjørg. Silja tekur og setur til høgru eftir at málverjin fyrst fer hinvegin.
B36 spenti álopsbogan og koyrdi stóru miðverjarnir fram, men tað bleiv ongantíð heilt vandamikið har serliga okkara liðskipari Lea hevði stýr á. Hon skuldi staðfest sigurin tá hon fer í kontra og sleppur at reka hálvan vøll einsamøll, men 1-0 endaði.

Ebstreymur/Skála eru greipuvinnarar 2020. Finaluliðini bæði hava verði best í ár og tað vitnar tætta finalan um.
Framtíðin tykist bjørt á gentusíðuni í Ebstreymi og á Skála so spennandi verður at fylgja menningini komandi árini.

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF