Aftur til tíðindasavn

Góð tíðindi at byrja nýggja árið við!

31 des 2020

Vit vilja við hesum ynskja øllum eitt gott og eydnuberandi 2021, og samstundis kunngera at Pætur Dam Jacobsen og Jónhard Frederiksberg verða partur av hópinum í 2021.


At hava royndirnar hjá hesum báðum veteranunum við okkum í komandi kapparárið, er gull vert fyri felagið og hópin.
Báðir hava teir eitt ótal av dystum í beinunum, umframt landsliðsroyndir og royndir í evropeiskum kappingum. Jónhard er tveir dystir frá at runda 400 dystir í betri deildini, meðan Pætur hevur leikt gott 360 dystir í betri deildini.
Umframt virknan leiklut sum leikarar, eru báðir virknir í felagnum á ymsan hátt, og vit fegnast um at hesir garparnir eru sinnaðir at taka eitt tak við felagnum aftur í komandi kappingarári.

Í desember bleiv eisini avdúkað at Pedro Tarancon Anton og Tóri Traðará hava skrivað undir sáttmála við Skála fyri komandi kappingarár. 

Vit bjóða teimum vælkomnum til Skála!

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

18. sep 2026

SKÁLA U21 STEYPAVINNARAR 2026

17. sep 2026

Tættur dystur í minnu steypafinaluni

26. mai 2026

Stuðuls­renning

19. apr 2026

Tilmeldingardagu­rin 2026