Aftur til tíðindasavn

STØÐULÝSING EFTIR DYSTIN VIÐ MARGÁIR

02 nov 2020

Skála kann nærum avgera lagnuna í Betri deildini. Í einum spennandi dysti við Margáir fekk Skála javnleik til endans, eftir at verði betur í fyrra hálvleiki, men tamir eftir steðgin. AB hevur útsettan dyst í Klaksvík í vikuni og um teir ikki fáa úrtøku, so er lagnan í okkara hondum komandi leygardag við Stóra.


Eftir nøkur ár í ongamannalandi, har lítil og ongin spenningur hevur verði eftir summarsteðgin, má sigast at háspenningur er áðrenn seinasta umfar. Útlitini til at spenningur yvirhøvur skuldi koma aftur í aftur, hava verði døpur. Men Sorin hevur javnt og samt arbeitt við at gera liðið meira mótstøðuført og við sigrinum á AB broyttist alt, so at vit nú hava møguleika at gera tað ómøguliga.
Vit mugu ganga út frá at KÍ greiðir sína skyldu við sigri á AB og so er finaludagur leygardagin. Málmunurin kemur í so fall ikki at verða avgerandi t.v.s. um bæði Skála og Ab fáa somu úrslit, so fær Skála 9nda plássi. Setningurin er stórur at fara til Stórá og fáa sigur til høldar; men tað er júst tað sum krevst, so vit hava framvegis knívin á barkanum. Minni enn sigur kann verða nokk, men onnur óheppin viðurskiftir kunnu fáa avgerandi týdning fyri samlaða úrslitið, tíverri.
Ebstreymur sum skal møta AB á Argjum, kann siga sum so, at vit hava onki at leika fyri og ikki leggja stórvegis týdning í dystin.
Um Ab verður omanfyri Skála í Betri deildini, so flytur teirra eykalið við núverandi 3ja plássi í 2 deild upp í 1 deild, ístaðin fyri Skála sum við FM ikki kann flyta upp um Betri liðið ikki megnar verða hangandi í deildini. Vit velja tó at trúgva at venjarin hjá EbStreymi, Jákup Martin, um vit kenna hann rætt, hevur eina meira professionella tilgongd til dystin og velur at fokusera uppá kappingina um 6 plássi við ÍF, sum bæði liðini hava møguleika at røkka.
Skála leikti ein góðan fyrra hálvleik í kvøld, søktu áhaldandi at og høvdu nógvar góðar støður, men inn fór bólturin ikki. Innleggini lógu ov høg og tað var barnamatur hjá Ebstreyma málmanni og høgu verjuni. Innleggini fullu mangan ov seint og tá høvdu stóru miðverjarnir longu funni sína positión inni fyri málinum. Nærmasta var skot frá Pól Kallsberg sum bleiv vart á linjuni.
Skála var varið at koyra ov nógv fólk inn í brotsteigin av vanda fyri teirra vandamiklu mótálopum, sum var skilligt, tí tær fáu ferðir teir vóru framvið, vóru EBStreymur vandamiklir og eina skotið endaði stong út, men málleyst í hálvleikinum.
Myndin í seinna hálvleiki broyttist. Skála søkti ikki eins nógv at og pressspælið riggaði ikki á sama hátt og heimamennirnir høvdu lættari at spæla seg frameftir vøllinum. Ebstreymur kemur framum á tímanum eftir eina langa sending út í høgru, har okkara verja ikki er nóg avgjørd. Fløt sending kemur inn fyri málið har teirra framherji setur flatt inn við nærmasta stólpa uttan møguleika hjá Bárði í málinum.
Bæði skálaleikarar og áskoðarar vóru sum slignir á nevið og næsta korterið var ikki nógv sum týddi á at Skála skuldi koma aftur í dystin. Sorin framdi nakrar útskiftingar, men ikki fyrr enn móti endanum tá Aksel bleiv settur inn í álopi fyri verjuleikara bragdaði og vit søktu at við nógvum innleggum og nú hoyrdust serliga ungu fjepparnir aftur.
Vit skuldu tó heilt fram til dystarlok áðrenn vit fáa javna. Enn eitt innlegg og Arnbjørn skumpar Jóhan við báðum hondum tá hann skal skalla ímóti málinum og dómarin peikar rætt á brotsplettin.
Ein líknandi støða hevði verði áðrenn, har Ellefsen ikki dømdi, men hesuferð dømdi hann so brotspark og Niels Pauli var settur at skjóta. Hann var ísakaldur og sendi málverjan skeivan veg og 3 minuttir eftir av yvirtíð.
Ebstreymur blakar alt fram og fáa gyltan møguleika tá okkara verja ger enn eitt óneyðugt fríspark á brotsteigarmarkinum. Her hava teir Bárð Olsen sum fleiri ferðir fyrr í ár hevur sett inn frá júst hesari frástøðuni, men hesuferð er skotið beint omanvert, og tað endaði javnt.
Teitur sum veruliga hevur víst hvør dugur er í honum, fekk eitt býtt gult kort, sum hann ivaleyst iðrar seg um. Hetta merkir at hann er leikbannaður til TB dystin og tað er dyggur smeitur fyri liðið. Vit hava tó royndar menn at seta inn og kanska umskipað liðið har Pætur kann leika í miðverjuni, tað hevur hann gjørt fyrr við góðum úrslitið.
Annars er bara at vóna at nógvir fjepparar leggja longu leiðina til Suðuroyar komandi leygardag. Hann sigur gott veður komandi vikuskiftið, so tað er bara at fara avstað, tí eitt er vist at uttan góða stuðulin høvdu vit neyvan verði í núverandi støðu har vit, allarhelst, kunnu avgera lagnuna og fáa upp-& niður flytingardyst ímóti B68.
Søgan sigur at tað sjálvdan er rætt at spæla uppá úrslitið í mun til hvar kappingarneytin er, sjálvt um nógv ivaleyst koma at fylgja væl við hvussu tað háttar seg á Argjum.
Haraftur ímóti, heldur tora at spæla sín egna møguleika, at tora at vinna, tora at fara til Trongisvágs og spæla dystin fyri at vinna, so má tíðin vísa hvat tað endar við, men óansæð so hava okkara menn gjørt ein megnar innsats at røkka til eina finalu.
Spennandi verður tað uttan iva, so tann í kann, ger túrin fyri at stuðla felagnum og liðnum, tað hava teir uppiborið.
Góða eydnu komandi vikuskiftið.
KOYR Á SKÁLA !!!

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF