Hósdagin 3. apríl var árligi tilmeldingardagurin hjá Skála Ítróttarfelag hildin
Veðrið var av tí besta og nógv fólk vóru møtt í og uttanfyri ítróttarhøllina á Skála.
Talið av børnum, sum meldaðu seg til á degnum, var nakað omanfyri 220.
Meiningin var, at øll børn, sum meldaðu seg til á degnum, skuldu fáa eina t-shirt, men vit høvdu tíverri bílagt ov lítið inn. Øll tey, sum ikki fingu eina t-shirt útflýggjaða, men skrivaðu seg upp, kunnu vænta at fáa boð skjótt. Tær eru ávegis.
Eftir loknan tilmeldingardag, spældu 1. deild menn ímóti B71 og vunnu 3-1.
Takk til Skálan, Runavíkar og Sjóvar kommunu fyri at stuðla tiltakinum.
Takk til øll tykkum, sum hjálptu til við tiltakinum.
Takk fyri ein góðan tilmeldingardag.
Myndasavn
Seinastu tíðindi
18. sep 2026
SKÁLA U21 STEYPAVINNARAR 2026
17. sep 2026
Tættur dystur í minnu steypafinaluni
26. mai 2026
Stuðulsrenning
19. apr 2026