Aftur til tíðindasavn

Skála ÍF brynjar seg til komandi tíðir!

20 sep 2020

Um vikuskiftið hevur Skála ÍF gjørt 2 ára sáttmála við 4 av okkara ungu lovandi spælarum. Talan er um Andreas Egeberg Jacobsen, Jan Ingason Hansen, Kristian Martin Jakobsen og Poul Kallsberg.

Kristian Martin er 23 ára gamal. Í fjør bleiv Kristian Martin illa skaddur tíðliga í kappingarárinum, men í ár hevur Kristian Martin havt eitt gott kappingarár á besta liðnum, har hann serliga ger seg galdandi í miðverjuni, men er eisini fúsur á øðrum verjukendum plássum á liðnum. Hinir tríggir, Andreas 20 ár, Jan Ingason 22 ár, og Poul 17 ár, eru allir við har frammi á vøllinum. Jan og Poul í tí álopskenda partinum av miðvøllinum, og Andreas sum vongur. Jan hevur verið darvaður av skaða seinastu tíðina, men hevur í ár skotið 7 mál í Betri deildini. Hinir báðir Poul og Andreas hava skotið ávíkavíst 2 og 1 mál higartil. Allir tríggir hava nógvar dystir fyri felagið við í skjáttuni.

Vit í felagnum fegnast um, at okkara ungu evnaríku leikarar standa saman um felagið, og vilja taka tøk saman við felagnum í komandi tíðum. Aðrar undirskriftir eru eisini ávegis, bæði innan venjarapartin og í spælarahópinum.

Koyr á Skála!

Myndasavn

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

24. jun 2025

Stuðuls­renningin útsett til august mánaða

17. jun 2025

Stuðuls­renning

12. jun 2025

Lutaseðlasøla

06. mai 2025

Góður tilmeldingardagur í góðveðrinum