Aftur til tíðindasavn

Teitur er aftur á Skála

17 jan 2025

Orkuríki miðvallarleikarin verður aftur at síggja í appelsingulu blusuni

Skála Ítróttarfelag og Teitur Poulsen hava skrivað undir tvey ára sáttmála.

24 ára gamli strandingurin er skrásettur fyri 21 dystir í bestu deildini og 65 dystir og seks mál í 1. deild. 

Teitur hevur umboðað Skála Ítróttarfelag alla sína yrkisleið, og stórur saknur var í honum seinnu hálvu í fjør, tá hann saman við unnustuni fór niður til Danmarkar á bíbliuskúla.

Vit eru sera fegin um, at Teitur aftur verður at síggja undir Mýruhjalla!

Skrivað: Steingrím Jacobsen

Seinastu tíðindi

18. sep 2026

SKÁLA U21 STEYPAVINNARAR 2026

17. sep 2026

Tættur dystur í minnu steypafinaluni

26. mai 2026

Stuðuls­renning

19. apr 2026

Tilmeldingardagu­rin 2026