Aftur til tíðindasavn

Steingrím byrjaður í starvi

13 aug 2024

1. august byrjaði Steingrím Jacobsen í starvi, sum fyrisitingarfólk hjá Skála Ítróttarfelag.

- Byrjanin hevur verið sera spennandi. Tað eru nógv ting at seta seg inn í og uppgávurnar eru ymiskar. Eg síggi fram til at samstarva væl við øll dugnaligu fólkini rundanum felagið sigur Steingrím.

Yvirskipað hevur Steingrím ábyrgd av dagliga virkseminum hjá felagnum. Uppgávurnar eru bæði innan fyrisiting, umframt at vera bindilið millum nevndina og at samskipa kunning og tiltøk. Talan er um eitt fulltíðarstarv.

Felagið fegnast um hesa tilgongd og vónar at fólk taka væl ímóti nýggja starvsfólkinum.

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

18. sep 2026

SKÁLA U21 STEYPAVINNARAR 2026

17. sep 2026

Tættur dystur í minnu steypafinaluni

26. mai 2026

Stuðuls­renning

19. apr 2026

Tilmeldingardagu­rin 2026