Aftur til tíðindasavn

Skála ÍF fær nýggjan hjálparvenjara

12 jul 2024

Í seinnu hálvu byrjar Poul N. Poulsen, sum hjálparvenjari hjá monnum í Betri deildini hjá Skála Ítróttarfelag.

Poul er vágbingur, er búsitandi á Skála, og hevur áður verið ungdómsvenjari og hjálparvenjari í felagnum. Áðrenn hann gjørdist hjálparvenjari í Víkingi farna kappingarár, var hann venjari hjá besta besta kvinnuliðnum hjá NSÍ. Poul er somuleiðis í gongd við A venjaraprógv.

Skála ÍF hevur leitað eftir nýggjum hjálparvenjara til besta liðið eftir at Per Mikkelsen er vorðin høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum saman við Vinjardi Johansen.

Skála ÍF gleðist um at Poul kemur aftur til felagið og sær fram til eina spennandi seinnu hálvu.

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

18. sep 2026

SKÁLA U21 STEYPAVINNARAR 2026

17. sep 2026

Tættur dystur í minnu steypafinaluni

26. mai 2026

Stuðuls­renning

19. apr 2026

Tilmeldingardagu­rin 2026