Aftur til tíðindasavn

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

08 mar 2024

16 ára gamli U17-landsliðsspælarin fer í dag til Norra

16 ára gamli Aron Benjaminsen hevur gjørt ein trý ára sáttmála við norska felagið Kristiansund. Føroyski U17-landsliðsspælarin hevur royndarvant og sáttmálin er undirskrivaður.

Aron Benjaminsen er sonur føroysku landsliðslegenduna, Fróða Benjaminsen. Pápin er við á ferðini og sigur við In.fo, at valið fall á Kristiansund, tí tað er eitt felag, sum leggur stóran dent á ungar spælarar.

- Hetta er eitt felag, sum í stóran mun bara brúkar ungar spælarar, so vit mettu at hetta er rætta felagið fyri Aron. Hann er so ungur enn og skal eisini ganga í skúla eftir summar, sigur Fróði Benjaminsen.

Kristiansund flutti upp í bestu deildina til komandi kappingárar. Sermerkt við liðnum er, at teir í størst mun brúka ungar spælarar. Tølini fyri farna kappingarár siga, at ein triðingur av spælarunum var undir 21 ár, og helmingurin var undir 23 ár. Fróði Benjaminsen, sum eisini er U17-landsliðsvenjari, sigur at Kristiansund hevði gjørt sítt forarbeiðið og kendi væl til Aron Benjaminsen.

- Teir høvdu sæð hann á U17-landsliðnum og onkur av komandi liðfeløgunum spældi við móti Føroyum, sigur Fróði Benjaminsen.

Aron Benjaminsen spælir mest á høgra vongi og hevur eisini verið liðskipari á U17-landsliðnum.

Kelda: In.fo

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF