Aftur til tíðindasavn

Knút við gott mót

28 nov 2023

Í seinastu viku var formaðurin á vitjan á Sjúklingahotellinum Tórshavn.

Har kempar ein av okkara trúgvu viðhaldsfólkum, Knút Johannesen ímóti krabbameini.

Knút var blíður og við gott mót. Hann er spentur uppá komandi kappingarár hjá Skála ÍF og gav fleiri góð ráð ávegnum. Hann hevur haft fleiri leiklutir hjá felagnum ígjøgnum árini, har hann m.a. hevur siti í nevnd, verið venjari og liðleiðari.

Sum takk fyri tað stóra arbeiðið hann og familja hansara gera fyri felagið, hava vit givið honum eina blusu við undirskrift frá leikarum og hjálparfólkið. Somuleiðis er hetta seinasta blusan við gamla búmerkinum.

Hesa fari eg at ramma inn og hanga upp tá ið eg komi heimaftur til Skála

Vit ynskja Knút alt tað besta og góða eydnu í viðgerðini.

Mál eftir mál!

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

06. mai 2025

Góður tilmeldingardagur í góðveðrinum

29. mar 2025

Tilmeldingardagu­rin 2025

13. mar 2025

Eyka nevndarval hósdagin 27. mars

03. mar 2025

Skála ÍF styrkir um kvinnu-hópin