Skála ÍF kunnger í dag at komandi kappingarár verður Ragnar Lindhólm fastur parturin av hópinum í Betri deildini.
Fyrsta dystin í 2023 vardi Ragnar málið hjá Skála ÍF í samband við at felagið manglaði ein málmann. Í samband við fyrireikingar til næsta ár, er tó greitt at hann nú verður ein fastur partur av málmanstoyminum.
Ragnar er 30 ára gamal, málverji og hevur royndir frá bæði bestu og næstbestu deildini við B68.
"Vit fegnast um at hava Ragnar við okkum og ynskja honum vælkomnum til felagið" sigur Jóannes A. Prestá, formaður.
Seinastu tíðindi
18. sep 2026
SKÁLA U21 STEYPAVINNARAR 2026
17. sep 2026
Tættur dystur í minnu steypafinaluni
26. mai 2026
Stuðulsrenning
19. apr 2026