Aftur til tíðindasavn

Skála Cup 2023

14 nov 2023

Væleydnað innandurakapping í høllini á Skála vikurskiftið 10.-12. novembur.

Hetta vikuskiftið luttóku áleið 500 børn, ung og vaksin í innandura fótbóltskappingum í høllini á Skála. Byrjað varð fríggjakvøld, og hildið bleiv á leygardagin frá kl. 8 um morgunin og til kl. gott 1 sunnunáttina. Sunnudagin var kappast frá kl. 13 til seint á kvøldið, tá seinasti vinnari varð funnin og seinastu medaljurnar blivu handaðar. 

Eisini var grillin í høllini opin, har til bar at keypa sær ymsan grillmat, umframt drekkivørur og okkurt søtt. Grillin var eisini sera væl vitjað hetta vikuskiftið.

Myndir av vinnaraliðunum kunnu síggjast á facebook síðuni hjá Skála Cup 

Skrivað: Arni Klein Abrahamsen

Seinastu tíðindi

30. nov 2023

Jákup heldur áfram komandi ár

28. nov 2023

Knút við gott mót

28. nov 2023

Ragnar Skála til Skála ÍF

14. nov 2023

Ragnar Lindhólm til Skála ÍF