Á nevndarvalinum í gjár varð nýggja búmerki hjá Skála ÍF kunngjørt.
Starvsnevndin hjá Skála ÍF hevur arbeitt eina tíð við ætlanum fyri felagið komandi árini og sum liður av hesum var tilgongdin at endurskoða búmerki eisini sett í gongd. Á nevndarvalinum í gjár varð nýggja búmerki kunngjørt og tók áhoyrarafjøldin sera væl ímóti hesum.
Tað er Sjúrður Højgaard, grafikari, ið hevur sniðgivið nýggja búmerki hjá felagnum.
Um búmerki
Búmerkið er ein veðrur inni í einum skjøldri.
Verja og álop eru sera týðandi í fótbólti. Skjøldurin lýsir verju, meðan veðrurin lýsir álopsstyrki. At snúturin vendir niðureftir, og at ennið er frammarliga, lýsir, at veðrurin er klárur til álop.
Høvdið og hornini bera boð um, at leikararnir eru mentalt sterkir og duga at spæla hugsandi leik. Ennið ber serliga boð um likamliga styrki, at ein er førur fyri at stúta og gera álop.
Andlitsbrá, eyga og nasar, lýsa ávísa fýsni, sum er sunt í einum kappingarumhvørvi, tí eingin vinnur við góðtrúni og fittheit einans. Tó býr felagslív eisini í búmerkinum, tí at skjøldurin er eisini felagið í breiðari merking, har allir limirnir savnast og gerast ein heild til gott felagslív.
Veðrurin er teknaður eftir føroyskum veðri og lýsir hann hvørt ættarlið, sum spælir við í Skála Ítróttarfelagi.
Mál eftir mál
Slagorðið hevur tvífalda merking: Fyri at menna okkum, seta vit okkum mál - og tá ið vit náa tey, seta vit okkum nýggj mál. Hin merkingin er sjálvandi, at tá ið felagið er væl ment, gerast málini alt fleiri og fleiri, og tá er stuttligt, at fylgja felagnum, - mál eftir mál.
Orðini standa sum ein pílur, ið vísir frameftir.
Verksetan av búmerkinum
Nýggi samleikin hjá Skála ÍF verður tikin í nýtslu eftir at verandi kappingár er liðugt.
Meiri kunning kemur seinni.
Myndasavn



Seinastu tíðindi

Jákup heldur áfram komandi ár

Knút við gott mót

Ragnar Skála til Skála ÍF
