Aftur til tíðindasavn

Súni Ernstsson er aftur á Skála

03 jul 2020

Súni verður knýttur at Betri hópinum sum eykamálmaður, umframt at hann verður málmaður hjá 2.deild.

Í síðstu viku skrivaðu vit sáttmála við Súna, galdandi restina av hesum kappingarárinum. Av tí at leikaraloyvi lá í Danmark, tekur tað sína tíð at fáa hesi viðurskifti avgreidd. Men nú er Súni formelt aftur partur av Skála hópinum restina av kappingarárinum.

Súni verður knýttur at Betri hópinum sum eykamálmaður, umframt at hann verður málmaður hjá 2.deild.

Í yngru árum var Súni fastur fúsur millum stengurnar hjá Skála, men vegna lestur í Keypmannahavn, hava vit ikki sæð so nógv til Súna á vøllinum seinnu árini, tó at onkrir dystir eru komnir í beinið, tá tey hava vitja heim í ferium. Málmansevnini eru tó viðlíkahildin hjá ÍF Føroyum, í lestrartíðini.

Súni er 29 ára gamal, giftur og eigur ein son. Vit bjóða Súna væl afturkomnan í hópin!

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF