Aftur til tíðindasavn

Hvílandi limir

05 jul 2023

Virksemið hjá Skála Ítróttarfelag verður í stóran mun rikið sjálvboðið, og sum limur hjá Skála Ítróttarfelag hevur tú avgerandi týdning fyri felagið. Limirnir eru grundarlagið undir einum virknum ítróttarfelagi, tí uttan limir er onki felag.

Vit ynskja at skapa eitt enn betur ítróttarfelag. Fyri at røkka hesum máli, hava vit brúk fyri tykkum. Vit vilja bjóða børnum og ungdómi okkara betri umstøður og hentleikar til at íðka fótbólt, samstundis sum vit vilja hækka venjarastøðið. Við at raðfesta børnini og ungdómin kunnu vit eisini í framtíðini gera okkum galdandi í føroyskum fótbólti á hægsta stiði.

Hvílandi limir

Skála hevur síðan 2013 sent rokning út til hvílandi limir umvegis eina sjálvvirkandi limaskipan.

Ynskir tú at gerast hvílandi limur í Skála ÍF? Gjaldið fyri nýggjar limir er 250 kr. um árið.

Strikast sum limur?

Ynskir tú ikki longur at verða hvílandi limur, vinarliga fráboðað hetta á:

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

06. mai 2025

Góður tilmeldingardagur í góðveðrinum

29. mar 2025

Tilmeldingardagu­rin 2025

13. mar 2025

Eyka nevndarval hósdagin 27. mars

03. mar 2025

Skála ÍF styrkir um kvinnu-hópin