Hósdagin 3. apríl kl17-19 verður árligi tilmeldingardagurin aftur á skránni.
Tilmeldingardagurin verður í ítróttarhøllini á Skála. Umframt hoppiborgir og pylsubreyð, bjóða vit kaffi og okkurt afturvið. Intersport luttaka eisini á degnum, har møguleiki verður at royna og bíleggja nýggju Skála klæðini. Somuleiðis verður møguligt at keypa Skála reklamulutir. Øll undir 18 ár, sum meldað seg til, fáa eina ókeypis Skála t-shirt.
Kostnaður og frítíðarkort
Tilmeldingarkostnaðurin fyri fótbóltsárið er 900 kr. og møguligt er at rinda við Spjaldrinum hjá Runavíkar kommunu ella frítíðarkortinum hjá Sjóvar kommunu. Við í prísinum er ein tilmeldingarblusa.
Um tað ikki er møguligt at møta til hendan dagin, ber eisini til at seta seg í samband við okkum á skalaif@skalaif.fo.
Klæðir
Tað er møguligt at royna støddir til Skála klæðini, ið kunnu bíleggjast á degnum.
Seinastu tíðindi

Tilmeldingardagurin 2025

Eyka nevndarval hósdagin 27. mars

Skála ÍF styrkir um kvinnu-hópin
