Aftur til tíðindasavn

Ungdómsnevndin slóðar vegin

22 mai 2023

Ungdómsarbeiði felagsins verður skipað av eini ungdómsnevnd. Eftir seinasta aðalfund í felagnum fekk starvsnevndin heimild at mannað eina ungdómsnevnd, ið nýliga er farin til verka.

Nevndin skipar seg við formanni, næstformanni og skrivara. Nevndin skal í samráð við starvsnevndina skipa og tilrættisleggja ungdómsarbeiði felagsins.

Ungdómsnevdin er mannað við fylgjandi limum:

  • Poula Dulavík Berg, forkvinna
  • Drós Ellingsgaard, næstforkvinna
  • Jóna Eivinsdóttir Zachariassen, skrivari

Bestu karmar og umstøður

Vit í ungdómsnevndini vilja arbeiða fyri at børnini og ungdómurin hjá Skála IF fáa bestu karmar og umstøður til at mennast í sum fótbóltsspælarar

Tað er við gleði at ungdómsnevndin nú er mannað aftur. Seinasta ungdómsnevnd var mannað av Drós Ellingsgaard, Tóru Joensen, Bjørg Mikkelsen og Beinir Rasmussen, ið sótu í 2021.

Økja um felags trivnaðin

Eisini ynskja vit at økja um felags trivnaðin, soleiðis at teir ungu spælarnir fáa eina kenslu av virðing og samanhaldið bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin

Ungdómsnevndin hevur eisini sambært viðtøkum felagsins heimild at seta ungdómsvenjarar og høvuðsungdómsvenjarar, tó skal starvsnevndin góðkenna setanarviðurskiftini.

Vit takka ungdómsnevndini fyri teirra stóra íkast og ynskja teimum blíðan byr í arbeiðinum!

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

14. sep 2023

Lutaseðlasøla 2023

22. aug 2023

Tríggjar Skála-gentur á U15-lands­liðnum

22. aug 2023

Skálasangir­nir frá 2005 tøkir á Spotify og Apple Music

12. aug 2023

EIN GÓÐUR SKÁLADAGUR!!