Aftur til tíðindasavn

Stuðulsrenning til frama fyri Skála Ítróttarfelag

18 mai 2023

Hósdagin 1. juni 2023 kl.17.30 verður stuðulsrenning á fótbóltsvøllinum á Skála til frama fyri Barna- og ungdómsfótbóltin hjá Skála Ítróttarfelag.

Øll sum hava hug at stuðla, renna so langt sum tey orka í 30 min.

Hvør rennari samlar nakrar stuðlar, ið stuðla við eini upphædd pr. metur ella eini áseari fastari upphædd, ið viðkomandi rennur.

Vinningar

Vinningar vera latnir til tey ið renna longst og sum savna flest pening inn, í hesum trimum bólkunum:

  • U7-U9
  • U11-U13
  • U15+

Somuleiðis verður trekt lut um vinningar millum øll ið renna, sum hava savnað stuðlar.

Hugnaløta í bygdasalinum

Aftaná renningina verður bjóðað til grýturætt og kaffi/køku í Bygdasalinum í Ítróttarhøllini. Til hesa løtu fer nýggja nevndin eisini kunnað um virksemi hjá felagnum.

Stuðulsskjal

Stuðulsskjøl eru útflýggjaði til leikarar, og eru at fáa í Skálahølinum í Høllini og sum PDF á øllum foreldrabólkum á Facebook. Umframt hetta liggja tey í Skálanum, Effo á Strondum og í Stranda Sentrum.

Stuðulsskjalið kann eisini heintast her: Stuðulsrenning 2023 hjá Skála Ítróttarfelag

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

14. sep 2023

Lutaseðlasøla 2023

22. aug 2023

Tríggjar Skála-gentur á U15-lands­liðnum

22. aug 2023

Skálasangir­nir frá 2005 tøkir á Spotify og Apple Music

12. aug 2023

EIN GÓÐUR SKÁLADAGUR!!