Aftur til tíðindasavn

Andreas skrivað undir

06 des 2022

Andreas hevur skrivað undir tvey ára sáttmála, og vit síggja fram til at hava Andreas aftur á vøllinum komandi ár.

Kappingarárið 2022 bleiv tíverri ikki tann heilt stóra "succes'in" hjá Andreas Egeberg Jacobsen, ið ikki fekk spælt stóran part av kappingarárinum vegna álvarsligan knæskaða. Men Andreas hevur arbeitt miðvíst við endurvenjing, og verður væntandi klárur at tørna til aftur seinni í komandi kappingarár. Plássið hjá Andrias er á kantinum, har hann við sínum fimleika og skjótleika, kann geva verjuleikarum sveittan á pannuna, og tíðum skapa góðar støður framman fyri málinum. Ongin ivi um at tað var saknur í honum seinnu helvt av kappingarárinum 2022.

 

Andreas hevur skrivað undir tvey ára sáttmála, og vit síggja fram til at hava Andreas aftur á vøllinum komandi ár.

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

16. mar 2023

Eykaaðalfundur 30.03.23

13. des 2022

Kristian Martin og Ari eru klárir til komandi kappingarár

10. des 2022

Brøðurnir Johansen eru við

07. des 2022

Karstin Hansen kemur yvir um fjørð!