Aftur til tíðindasavn

EBS/Skála væl umboðað á U17 og U19 landsliðum

14 nov 2022

Føroysku U17 og U19 gentulandsliðini hava luttikið í EM undankappingardystum í november.

Kappingin hjá U19 var í Vilnius í Litava. Í hópinum hjá U19 vóru Anna Katrina Mikkelsen, Marita Lisberg og Sarita Petersen. Við sigrum móti Liktinstein og Litava endaðu Føroyar á øðrum plássi í bólkinum við seks stigum, bert aftanfyri Ísland, sum vann allar sínar dystir. Eitt framúr avrik.

U17 luttekur í hesum døgum í EM undankapping í Bulgaria. Mótstøðuliðini eru Kroatia og Bulgaria. Fyrsti dystur var leygardagin ímóti Kroatia. Føroysku genturnar arbeiddu hart allan dystin, sum tó endaði við teprum 1-0 sigri til kroatar, og einasta málið í dystinum kom ikki fyrr enn stutt fyri leiklok. Seinni dysturin hjá Føroyum er týsdagin móti vertstjóðini Bulgaria. Á U17 eru Jakobina Bergsdóttir, Natalia Dansdóttir Olsen, Sólja Ernstdóttir, Ingrið Berg Rasmussen, Katarina Berg Mikkelsen og Alda Petersen frá EBS/Skála. 

(myndir og kunning frá FSF) 

Myndasavn

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

24. jun 2025

Stuðuls­renningin útsett til august mánaða

17. jun 2025

Stuðuls­renning

12. jun 2025

Lutaseðlasøla

06. mai 2025

Góður tilmeldingardagur í góðveðrinum