Hanga hesir dreingirnir í, so hava vit nógv gott í væntu á Skála.
Til kappingina í ár meldaðu vit tvey U15 lið til í kappingini hjá D15. Ætlanin var at hava annað liðið í A-bólkinum frá kappingarbyrjan, men boðini frá FSF vóru at tað var ikki gjørligt at melda til A-bólkin, tí liðini frá í fjør vóru sjálvskrivaði í bólkinum. So var ikki annað at gera enn at leggja út við tveimum liðum í B-bólkinum, og so spæla seg til uppflyting, sum eisini eydnaðist.
So í endaumfarinum, fingu vit loksins eitt lið í A-bólkin. Og tað vísti seg at vit kundu saktans spæla við har. Nú kappingarárið er runnið, og stigatalvan gjørd upp, so standa vit við bronsuheiðursmerkjum um hálsin.
Harumframt eydnaðist eisini at leika seg til hálvfinaluna í steypakappingini, har vit møttu greipuvinnarunum úr HB, sum tað ikki eydnaðist at vinna á.
Eisini eru 4 av dreingjunum fastir fúsir á ungdómslandsliðum hjá FSF. Josva, Aron og Pauli hava verið við U17, meðan Jeffrey er á U15 landsliðnum.
Hitt U15 liðið hevur alt kappingarárið leikt í B-bólkinum, og hevur klára seg fínt. Samanlagt hava dreingirnir fingið nógvar dystir í beinini, umframt at Per Mikkelsen hevur drivið á við venjing, saman við Fróða Benjaminsen.
Hanga hesir dreingirnir í, so hava vit nógv gott í væntu á Skála.
Seinastu tíðindi

Jákup heldur áfram komandi ár

Knút við gott mót

Ragnar Skála til Skála ÍF
