G16 hava í kvøld leikt steypafinalu á Tórsvølli móti FC Hoyvík.
Leingi gekk javnt á, og hóast hoyvíksgenturnar nokk áttu yvirvágina í spæli, so stóðu okkara verjuskansar sera væl, og eisini vóru vit frammi og hóttu í hinari síðuni. FC Hoyvík kom framum, tá gott hálvur tími var spældur, men vit svaraðu aftur stutt eftir, tá Alda skoraði til 1-1. Hendan støða helt sær inn í 2. hálvleik, men so fingu hoyvíksgenturnar tvey mál uppá stutta tíð, og so var dysturin avgjørdur.
Skálagenturnar stríddust manniliga, og vit eru errin av tykkum! Somuleiðis ynskja vit FC Hoyvík til lukku við steypinum.
Seinastu tíðindi
18. sep 2026
SKÁLA U21 STEYPAVINNARAR 2026
17. sep 2026
Tættur dystur í minnu steypafinaluni
26. mai 2026
Stuðulsrenning
19. apr 2026