Aftur til tíðindasavn

Nevndin skipað seg eftir aðalfundin

05 apr 2022

Skála Ítróttarfelag hevði aðalfund fríggjakvøldið 4. mars. Eftir fundin hevur nevndin skipað seg.

At nevndarlimir velja at halda áfram í nevnd í fleiri ár, er gull vert fyri eitt hvørt ítróttarfelag. Ikki minst innan fótbóltin, vísir tað seg at vera strævið arbeiðið at sita í nevnd. Tí kunnu vit ikki annað enn fegnast, at sama nevnd nú situr á triðja árið.

Øll nevndin tók nevniliga við afturvalið eftir seinasta aðalfund.

Nevndin hevur skipað seg við Inga Hansen sum formanni, Malene Egeberg Jacobsen sum næstformanni/kassameistara og Anniku Klein sum skrivara. Hini í nevndini eru Teitur R. Joensen, Drós R. Joensen og Bogi Kallsberg.

Skrivað: Arni Klein Abrahamsen

Seinastu tíðindi

18. sep 2026

SKÁLA U21 STEYPAVINNARAR 2026

17. sep 2026

Tættur dystur í minnu steypafinaluni

26. mai 2026

Stuðuls­renning

19. apr 2026

Tilmeldingardagu­rin 2026