Hósdagin 27. februar kl.19.00 verður ársaðalfundurin hjá Skála Ítróttarfelag
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins og verður hildin í fyrsta ársfjórðingi.
Aðalfundurin skal lýsast alment minst 14 dagar frammanundan fundinum. Lógliga lýstur aðalfundur er altíð viðtøkuførur.
Mál til aðalfundin skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi eina viku fyri fundin. Starvsnevndin leggur innkomin mál fram fyri aðalfundin.
Ársaðalfundurin hevur fylgjandi fundarskrá
- Fundarstjóri verður valdur
- Formaðurin greiður frá farna ári
- Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur
- Innkomin mál
- Val av grannskoðara, sum í minsta lagi skal vera skrásettur
- Ásetan av limagjaldi
- Ymiskt
Fundurin verður í lítla sali í bygdahúsinum á Strondum.
Seinastu tíðindi

13. mar 2025
Eyka nevndarval hósdagin 27. mars

03. mar 2025
Skála ÍF styrkir um kvinnu-hópin

13. feb 2025
Aðalfundur felagsins

17. jan 2025