Aftur til tíðindasavn

Skála ÍF væl umboðað á D15 landsliðnum

01 okt 2021

Seinastu árini hevur Poul Kallsberg mest sum verið einasta umboð frá Skála ÍF í ungdómslandsliðshøpi, men nú legst av álvara afturat í umboðanini.

Ervin Rasmussen er aftur úttikin til U17 landsliðið, og nú bórust tíðindini um U15 landsliðsúttøkuna, har Áki Johansen hevur úttikið Josva Signarsson, Paula Rasmussen og Aron Benjaminsen til landsliðið, ið fer at luttaka á EfB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg, í døgunum 14. - 19. oktober. Saman við B36 er Skála ÍF best umboðað felag í hópinum við trimum leikarum.
Teir tríggir hava verið fastir fúsir í U15 hópinum, sum hevur ment seg sera væl hetta seinasta kappingarárið við Per Mikkelsen sum høvuðsvenjara. Ongin ivi um, at umframt hesar tríggjar, eru fleiri aðrir góðir spennandi leikarar at finna í okkara U15 hópi, har eisini ein góður felagsskapur valdar millum leikararnar. Vit hava vónir um fleiri góðar framtíðar leikarar hjá felagnum.
Áðrenn ferðina til Danmarkar, hevur U15 landsliðið nakrar samlingar á Tórsvølli og á Svangaskarði, har venjing og samansjóðing er á skrá. Vit ynskja tykkum Pauli, Josva og Áron til lukku við úttøkuni og bestu eydnu í kappingini!

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF