Aftur til tíðindasavn

Fjarðastevnan á Skála avlýsir tiltøkini

09 jun 2021

Tiltøkini sum ætlanin var at hava á Fjarðastevnuni, eru avlýst. Boð um kappróðurin koma frá RSF. Fótbóltsdystir eru eisini á skrá í vikuskiftinum, og í verandi støðu rokna vit við at kunna spæla hesar, men vit fylgja væl við teimum tilmælum og boðum sum koma frá myndugleikum og FSF.

Fjórðahvørt ár er FM-kappróður á stevnuni á Skála, har Skála Róðrarfelag og Skála Ítróttarfelag samstarva um at skipa fyri.
Ábyrgdarbýtið er soleiðis, at Ítróttarfelagið tekur sær av øllum tiltøkum - uttan sjálvum kappróðrinum, sum Róðrarfelagið og Róðrarsamband Føroya skipa fyri.
Skála Ítróttarfelag hevur endaliga viðgjørt støðuna viðvíkjandi vandanum við koronusmittu. Felagið tekur almennu tilráðingarnar til eftirtektar, og noyðist tíverri at boða frá, at vit avlýsa øll tiltøkini, sum annars eru fyrireikaði til Fjarðastevnuna 2021.
Frá kappróðrarfelagnum frætta vit, at tað er RSF, sum eigur avgerðina um róðrarnir skulu rógvast ella ikki. Støða verður tikin heilt skjótt, og nærri kunning kemur út um hetta, so skjótt nakað er at frætta.
Ein stevna við FM-róðri plagar altíð at vera nakað serligt, og savna meira fólk enn vanligt. Í ár skuldi henda stóra stevna at vera á Skála komandi vikuskifti 12. og 13. juni. Feløgini hava gjørt fyrireikingar og ein trivalig skrá var næstan liðug. Tískil harmar tað fyriskipararnar, at hesi tiltøk og inntøkumøguleiki gleppur av hondum. Men í hesum føri má atlitið til korona viga tyngst. Vit vóna at limir og borgarar annars vilja standa sterk saman um feløgini, tá onnur høvi verða.

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF