Aftur til tíðindasavn

Poul letur væl at í Italia

17 mai 2021

Okkara Poul Kallsberg fór í gjár avstað til Italia, har hann hevur fingið møguleikan at royndarvenja við U19 liðnum hjá Lazio.

Vit frætta úr Italia, at Poul er komin væl fram, og hevur longu verið til fyrstu fysisku kanningina hjá lækna. Seinnapartin er ein U19 dystur á skránni, og í kvøld luttekur Poul við í venjing.

Poul letur væl at og hevur longu havt møguleika at heilsa uppá leikarar og onnur á staðnum.

Vit vóna at næstu dagarnir ganga væl, og at tað gongst Poul væl í venjing og royndardystum.

Myndatøka:Julia Clementsen

Skrivað: Arni Klein Abrahamsen

Seinastu tíðindi

12. okt 2026

Nevndarval hóskvøldið 29. oktobur

11. okt 2026

Lutaseðlar trektir

18. sep 2026

SKÁLA U21 STEYPAVINNARAR 2026

17. sep 2026

Tættur dystur í minnu steypafinaluni