Ársins ítróttarfyrimynd verður kunngjørd á Ítróttarfagnaðinum, ið ÍSF skipar fyri í Mentanarhúsinum í Fuglafirði tann 13. februar.
Í innstillingini skrivar ÍSF:
"Per Mikkelsen hevur í nógv ár ofrað tíð, orku og ídni upp á ungdómsfótbóltin á Skála, har hann venur 6-7 lið sum part av sjálvbodna arbeiðinum. Venjingarnar eru væl skipaðar, og hann leggur alla sína mentalu orku í børnini og tey ungu. Per Mikkelsen er eisini nevndarlimur í Skála Ítróttafelag."
Ársins ítróttarfyrimynd verður kunngjørd á Ítróttarfagnaðinum, ið ÍSF skipar fyri í Mentanarhúsinum í Fuglafirði tann 13. februar.
Tað eru trý væl skikkaði uppskot til heiðurin. Men óansæð hvør vinnur, so er ongin ivi um at Per er ein av okkara allar størstu ítróttarfyrimyndum í felagum! Hann hevur ótroyttiliga koyrt á í áravís við venjingum í fleiri aldursbólkum, og hevur í fleiri ár skipað ungdómsarbeiði og ungdómsvenjingar, og skaffa venjarar til ymsu aldursbólkarnar. Sjálvboðið og mangan ótakksamt, men sjálvandi eisini mangan stuttligt og hugaligt.
Kappingarárið 2020 gav eitt tíðiligt avkast av øllum stríðnum, tá U15 genturnar fingu silvurheiðursmerki í FM, og vunnu steypakappingina, og U18 genturnar vunnu greipuna, umframt at U15 dreingirnir á ½ vølli eisini vunnu sín bólk. Per hevði sín stóra leiklut í øllum hesum árgangum.
Vit í felagnum eru ómetaliga takksom fyri tann stóra sjálvbodna innsats sum Per hevur lagt í felagið. Og uttan gott bakland, bar tað ikki til, so Petra og børnini eiga eisini sín part av tøkkini.
So Per! Óansæð hvør fær heiðurin, ert tú ein stór Ítróttarfyrimynd!