Vit eru fegin at kunna kunngera, at Niels Pauli Danielsen eisini spælir við Skála komandi ár.
Niels Pauli má sigast at vera ein av veteranunum í føroyskum fótbólti. Smb. Faroesoccer hevur hann luttikið í 235 dystum í bestu deildini umframt eina rúgvu av øðrum dystum.
Hetta verður 4. kappingarár hjá Niels Paula á Skála. Og vit fegnast um at hava Niels Pala við okkum í hópinum, nú vit fara at taka eitt ár í næst bestu deildini, við fokus á at flyta upp aftur komandi kappingarár.
Seinastu tíðindi
12. okt 2026
Nevndarval hóskvøldið 29. oktobur
11. okt 2026
Lutaseðlar trektir
18. sep 2026
SKÁLA U21 STEYPAVINNARAR 2026
17. sep 2026