Aftur til tíðindasavn

Stuðulsrenning

28 aug 2025

Hósdagin 4. septembur kl17.30 verður stuðulsrenning undir Mýruhjalla á Skála

Hósdagin 4. septembur kl17.30 verður stuðulsrenning á vøllinum á Skála.

Øll, sum hava hug at stuðla felagnum, eru vælkomin at renna ella ganga so langt sum tey orka í 30 minuttir.

Hvør rennari er vælkomin at samla sær nakrar stuðlar, sum í ár stuðla við eini fastari upphædd.

Vinningar

Vinningar vera latnir til tey, ið renna flest metrar og sum savna flest pening inn.
Vinningar vera latnir hesum aldursbólkum:

U5

U7 - U9

U11 - U13

U15+

 

Eftir stuðulsrenningina bjóða vit kaffi, køku og saft.

Stuðulsskjal

Heitt verður á allar ungdómsvenjarar um at deila stuðulsskjøl út til sínar leikarar.

Stuðulsskjalið kann eisini heintast her: Stuðulsrenning 2025 hjá Skála Ítróttarfelag

Skrivað: Steingrím Jacobsen

Seinastu tíðindi

10. nov 2026

Starvs­nevndin hevur skipað seg

12. okt 2026

Nevndarval hóskvøldið 29. oktobur

11. okt 2026

Lutaseðlar trektir

18. sep 2026

SKÁLA U21 STEYPAVINNARAR 2026