Aftur til tíðindasavn

Stuðulsrenning

17 jun 2025

Týsdagin 24. juni 2025 kl17.30 verður stuðulsrenning undir Mýruhjalla á Skála

Stuðulsrenning

Týsdagin 24. juni kl17.30 verður stuðulsrenning á vøllinum á Skála.

Øll, sum hava hug at stuðla felagnum, eru vælkomin at renna ella ganga so lagt sum tey orka í 30 minuttir.

Hvør rennari er vælkomin at samla sær nakrar stuðlar, sum í ár stuðla við eini fastari upphædd.

Vinningar

Vinningar vera latnir til tey, ið renna flest metrar og sum savna flest pening inn.
Vinningar vera latnir hesum aldursbólkum:

U7 - U9

U11 - U13

U15+

 

Eftir stuðulsrenningina bjóða vit kaffi, køku og sunkist.

Stuðulsskjal

Stuðulsskjøl verða útflýggjaði til allar ungdómsvenjararnar. Hesi verða í vikuni deild út til leikarar.

Stuðulsskjalið kann eisini heintast her: Stuðulsrenning 2025 hjá Skála Ítróttarfelag

Skrivað: Steingrím Jacobsen

Seinastu tíðindi

24. jun 2025

Stuðuls­renningin útsett til august mánaða

17. jun 2025

Stuðuls­renning

12. jun 2025

Lutaseðlasøla

06. mai 2025

Góður tilmeldingardagur í góðveðrinum