Aftur til tíðindasavn

Stuðulsrenning 2022

31 aug 2022

Hósdagin 22. september kl. 17:30 verður stuðulsrenning á fótbóltsvøllinum á Skála til frama fyri barna- og ungdómsfótbóltin hjá Skála Ítróttarfelag.

Øll sum hava hug at stuðla, renna so langt sum tey orka í 30 min.

Hvør rennari samlar nakrar stuðlar, ið stuðla við eini upphædd pr. metur ella eini ásettari fastari upphædd, ið viðkomandi rennur.

Vinningar vera latnir til tey, ið renna longst og sum savna flest pening inn, í hesum trimum bólkunum:
U7-U11, U13-U16 og so øll tey eldru.

Somuleiðis verður trekt lut um vinningar millum øll ið renna, sum hava savnað stuðlar.

Aftaná renningina verður bjóðað til grýturætt og kaffi/køku í bygdasalinum í ítróttarhøllini.

Stuðulspappír eru útflýggjaði til leikarar, og eru at fáa í Skálahølinum í høllini og sum pdf á øllum foreldrabólkum á Facebook. Umframt hetta liggja tey í Skálanum, Effo á Strondum og Stranda Sentrum.

 

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

12. jul 2025

Lutaseðlar­nir eru trektir

24. jun 2025

Stuðuls­renningin útsett til august mánaða

17. jun 2025

Stuðuls­renning

12. jun 2025

Lutaseðlasøla