Harða dystarskråin setti sum kappingin leið síni spor og genturnar taptu einasta dystin í kappinigini um 5.plássið. 2-0. Hetta liðið hevði annars leikt javnt ímóti samlaðu vinnaranum IFK Gøteborg.
Fyri at seta úrslitið hjá gentunum í perspektiv, so vann okkara bólkavinnari, í vit leiktu javnt ímóti, bronsudystin ímóti Brøndby.
So tað er blivi lagt merki til Skála og føroyskan gentufótbólt, kanska serliga tá tað í 4-1 sigrinum á Lerum, var yvirskot til flottar tekniskar detaljur , sum serliga dreingjaliðini fagnaðu.
Havandi í huga má eisini verða at tað eru fleiri akademilið frá stórfeløgum við 20 leikarum, so okkara 10 gentur saman við tveimum úr Eb/Streymi og einari úr B68 hava gjørt tað framúr.
Sterka kappingin var sera væl fyriskipa, so tað er upplagt at onnur føroysk lið royna slíka avbjóðing.
Ferðalagið heilsar, er á heimleið, og verður ætlandi heima á middegi í morgin.
Seinastu tíðindi

Stuðulsrenningin útsett til august mánaða

Stuðulsrenning

Lutaseðlasøla
