Aftur til tíðindasavn

Felagið eisini gjørt sáttmálar við lokalar leikarar

04 jan 2022

Umframt teir lokalu spælararnir, sum gjørdu tvey ára sáttmála í fjør, eru hesir spælarar nú eisini tøkir á besta liðnum, eftir at felagið hevur gjørt tvey ára sáttmála við teir:

Julian Mikkelsen, 21 ár
Jákup Pauli Frederiksberg, 17 ár
Ervin Rasmussen, 16 ár
Martin Johansen, 18 ár
Bjarti Thorleifsson, 17 ár

Hesir eru allir spælarar, ið eru vaksnir upp í felagnum, og hava verið partur av ungdómsliðum felagsins seinnu árini. Martin og Bjarti vóru partur av besta hópinum í fjør, meðan Julian og Ervin komu við í hópin fram móti endanum av kappingarárinum í fjør. Jákup Pauli hevur verið darvaður av einum knæskaða, men hevur tó drivið á at venja hóast tað. Nú er hann eisini við at vera klárur aftur, eftir at hann hevur fingið eina skurðviðgerð.


Vit eru sera spent uppá at fylgja hesum spælarum, og síggja teir mennast. Hetta eru leikarar við góðum evnum, og sum brenna fyri fótbólti. So ongin ivi um at vit hava gott í væntu.

Myndasavn

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

24. jun 2025

Stuðuls­renningin útsett til august mánaða

17. jun 2025

Stuðuls­renning

12. jun 2025

Lutaseðlasøla

06. mai 2025

Góður tilmeldingardagur í góðveðrinum