Aftur til tíðindasavn

Jákup vendir heim aftur, og veteranarnir taka eitt ár afturat

31 des 2021

Góð tíðindi hjá Skálafjepparum at byrja nýggja árið við, tí Jákup Jakobsen vendir heimaftur eftir tvey ár í ”útlegd”

Skála ÍF og Jákup hava gjørt sáttmála fyri kappingarárið 2022, og sostatt er miðverjuskansin klárur aftur í orange leikaratroyggjuni.
Burtursæð frá teimum tveimum árunum í gulu troyggjuni, hevur Jákup spælt við Skála alt sítt virkna fótbóltslív. Vit fegnast og bjóða Jákup væl afturkomnan!
Umframt Jákup, so hava Pætur Dam Jacobsen og Teitur Reinert Joensen eisini váttað, at teir eru tøkir til komandi kappingarár. Harvið leggur Teitur enn eitt kappingarár afturat metinum sum hann deilir við Sølva Vatnhamar í Víkingi. Hetta er 19. Kappingarárið hjá Teitur á besta mansliðnum hjá Skála. Og fyri Pætur er hetta talan um trettanda kappingarár fyri Skála ÍF. Vit eru eyðmjúk og fegin um at veteranarnir taka ein eitt tak saman við felagnum.
(myndir Skála IF og Julia Clementsen)

Myndasavn

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF