Limagjald

Limagjald

Virksemið hjá Skála Ítróttarfelag verður í stóran mun rikið sjálvboðið, og sum limur hjá Skála Ítróttarfelag hevur tú avgerandi týdning fyri felagið. Limirnir eru grundarlagið undir einum virknum ítróttarfelagi, tí uttan limir er onki felag.

Vit ynskja at skapa eitt enn betur ítróttarfelag. Fyri at røkka hesum máli, hava vit brúk fyri tykkum. Vit vilja bjóða børnum og ungdómi okkara betri umstøður og hentleikar til at íðka fótbólt, samstundis sum vit vilja hækka venjarastøðið. Við at raðfesta børnini og ungdómin kunnu vit eisini í framtíðini gera okkum galdandi í føroyskum fótbólti á hægsta stiði. Vit ynska at samsýna nøkrum av okkara íðnastu venjarum og leiðarum fyri tað stóra arbeiðið, teir gera fyri felagið. Hetta krevur góðar stuðlar.

Frítíðarkort

Limaviðurskifti hjá børnum og ungum í Runavíkar kommunu og Sjóvar kommunu, verða avgreidd umvegis kommunalu frítíðarkortini. Børn og ung úr øðrum kommunum, eru vælkomin at kontakta okkum á 741574 ella samskipari@skalaif.fo.

Limir, ið búgva í Runavíkar kommunu kunnu limir rinda umvegis frítíðarkortið Spjaldrið. Trýst her.

Limir í Sjóvar kommunu, skulu senda nøvn, føðingardag og telefonnummar til samskipari@skalaif.fo, ið vit síðani senda víðari.

Limagjaldið fyri ung frá U5 og uppeftir er 900 kr. um árið.

Eldri enn 18 ár skulu flyta á konto í Betri banka og viðmerkja navn. Konto nr.: 9181 4677236.

Hvílandi limir

Ynskir tú at gerast hvílandi limur í Skála ÍF? Gjaldið fyri nýggjar limir er 250 kr. um árið.

Ynskir tú ikki longur at verða hvílandi limur, vinarliga fráboðað hetta á:

Annar stuðul

Ynskir tú at stuðla av tínum eintingum, hava vit konto hjá Betri: 9181-4677236.