Aftur til tíðindasavn

Tilmeldingardagur og stuðulsrenning

29 apr 2024

Sum nakað nýtt verður skipað fyri tilmeldingardegi og stuðulsrenning hósdagin 2. mai.

Byrjað verður við tilmelding í bygdasalinum í ítróttahøllini á Skála kl 16.45. Øll, sum melda seg, fáa eina tasku. Kl 17.15 verður farið oman á vøllin til stuðulsrenning til frama fyri barna- og ungdómsfótbóltin hjá Skála Ítróttarfelag.

Eftir stuðulsrenningina verður boðið til grýturætt og kaffi/køku í bygdasalinum.

Vanliga hava vit givið út stuðulsskjøl, men av tí at tað ikki ber til longur, mugu stuðlarnir gjalda við terminalinum á staðnum ella flyta á kontonr. 9181 - 5209775.

Leinkja um tilmelding, kostnað og frítíðarkort: https://skalaif.fo/tilmelding-24 

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

15. mai 2024

Emil Rosenberg til Skála ÍF

30. apr 2024

Stuðuls­renning og limadagur 2024

29. apr 2024

Tilmeldingardagur og stuðuls­renning

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt