Aftur til tíðindasavn

Markus Hellisdal til Skála ÍF

23 des 2023

Markus Hellisdal verður partur av toyminum á Skála Ítróttarfelag komandi kappingarár.

Í gjár undirskrivaði Skála ÍF sáttmála við Markus Hellisdal. Hetta er ein týðandi partur í fyrireikingum, nú felagið fyrireikar seg at flyta upp í bestu deild komandi kappingarár.

Markus er 21 ára gamal og hevur síni ungdómsár leikað við B36. Seinasta kappingarárið var hann partur av hópinum hjá EB/Streymi. Hann var við í 24 dystum og hevði eina leiktíð á 1549 min. í Betri Deildini.

Vit fegnast um at Markus verður ein partur av felagnum komandi kappingarárið og ynskja honum hjartaliga tillukku við sáttmálanum.

Vælkomin til Skála ÍF!

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

30. apr 2024

Stuðuls­renning og limadagur 2024

29. apr 2024

Tilmeldingardagur og stuðuls­renning

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins