Aftur til tíðindasavn

DYSTARLÝSING: AB-SKÁLA; 0-5

20 jun 2021

Skála vann sannførandi sigur á Argjum í dag og tá nærmastu kappingarneytarnir ikki fingu fult, so løgdu vit sjógv ímillum. AB sá reytt kort við støðuna 0-1, men ivasamt er um sigurin hevði komi í vanda í dag, til tað var Skála ov væl upplagt og stýrandi.

Gott veður í dag og sólvindur langs eftir vøllinum Inni í Vika.
Kristian Martin hevði leikbann, so frammanvert Tóra byrjaðu Mikal og Djóni á vongverjunum við Jonard og Pedro í miðverjuni. Niels Pauli, Pætur og Poul mitt á, við Andreas og Dávidi á kantunum og Akseli fremst.
Skála vóru heilt klárir frá byrjan av, ikki minnst sinniliga, og lótu seg ikki ávirkað stórvegis av nógva kropsliga - og verbala áganginum frá AB leikarum og venjara. Skála slepti bóltin í flestu førum, áðrenn nógvu taklingarnar komu, og lótu bóltin gera arbeiði og tað ganga 15 min. so eru vit frammanfyri við framúr máli.
Skála byggir upp afturi í vinstru og ger so skjótt av. Djóni finnur Poul í millumrúminum, sum stingur innum til Aksel sum høggur til fyrstu ferð og teirra, annars fíni málmaður, nær ikki at reagera - gott mál.
AB roynir at leggja høgt trýst og eru kring okkara brotsteig, men vit hava allatíðina tamarhald á í mótlotinum. AB brekkan gerst enn tyngri tá teir fáa mann útvístan. Teirra miðáleypari rakar Pedro í skallan við saksasparki eftir innlegg úr høgru og fær beinleiðis reytt. Og fimm minuttir seinni eru vit frammanfyri við tveimum.
Poul temur hegnisliiga høga sending á brotsteigarmarkinum, leggur av til Aksel í temur inn í banan og sendir, við vinstra beininum, flatt skot niður í nærmasta málhorn - eitt veruligt áleyparamál.
Restin av hálvleikinum og fyrru helvt av seinna hálvleiki, koyrir dysturin mest í tómgongd. Luftin er farin av AB ballónini og okkara tykjast nøgdir við støðuna sum teir hava fult tamarhald á, bert við at flyta bóltin væl runt .
Vit punktera dystin tá 20.min.resta. Andreas móttekur bóltin uttanvert brotsteig í vinstru, ger eitt trekk inn í banan og sendir hart skot sum fer á tvørstongina og út í spæl, har Dávid er fyrstur á og setur returin sikkurt inn. Bert tveir minuttir seinni fáa vit tað fjórða og aftur eru tað Poul og Aksel sum sum eru seinastir á.
Skála byggir tolið upp aftarlaga, senda langa sending fram í bakrúmi í høgru har Poul er runnin, hann leggur harða, neyva tvørsending inn í brotsteigin har Aksel aftur er fyrstur á og hansara triðja mál - øll har Poul eigur næstseinasta fótin.
Eftir hetta letur Sorin yngri kreftir sleppa at royna seg, dysturin er avgjørdur og ferðin er lítil og ongin.
Skála fær eitt mál aftrat eftir horna í Niels Pauli tekur og Djóni er fyrstur á við handara stólpa.
Skála kundi fingið fleiri mál aftrat og serliga Djóni má iðra seg at hann ikki fekk eitt aftrat eftir roynd við "skeiva" beininum.
Skála á fyrsta plássinum økir um munin til bæði annað plássi og nærmasta kappingarneyta B71, til 11 stig. Vit eiga júst B71 á Sandi í seinasta umfarið áðrenn summarsteðgin og megna vit halda frástøðuna og kanska økja, ja so sær heilt jaligt út.
Ja so jaligt at spurningurin er um ikki venjari og nevnd longu í summarhálvuni eiga at umhugsa fyrireiking til komandi kappingarár í bestu deildini. Hetta er spennandi signal hjá okkara fjepparum og ivaleyst fleiri leikarum at fáa, um hvønn veg felagið fer.
Tað er eyðsæð at munurin millum báðar deildirnar er vaksin enn meira og størri setup krevst at klára seg í betri deildini. Stóri spurningurin er, sjálvandi, um felagið í størsta mun vil dúva uppá egi tilfeingið, ella fer út og styrkir seg. Hetta seinna er sjálvsagt fíggjarliga tyngri, men samstundis ein størri møguleiki fyri ikki at gerast partur av niðurflytingarstríðnum.
Hetta eru enn spekulatiónir. Fyrst er spennandi seks stig dysturin á Sandi komandi vikuskiftið. Hjá fjepparum, eitt gott høvi at fáa ein summartúr og samstundis ein spennandi dyst har vit koyra á við okkara monnum.
KOYR Á SKÁLA !!!

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF