Aftur til tíðindasavn

Tríggir av "okkara" hava fingið dómaraprógv.

08 apr 2021

Edvard Djurhuus og Andras Frederiksberg hava fingið c-prógv sum dómarar, meðan Leivur Zachariassen hevur fingið b-prógvið.


Umframt dómaraúrmælingarnar Jón Marni Johannesen og Jørleif Djurhuus, hava Steinar Jacobsen, Djóni Jacobsen, Arni K. Abrahamsen og Kristmund Johannesen eisini b-prógv sum dómarar. Sámal Weihe er í løtuni burturstaddur í útbúgvingarhøpi.
Tað er sera jaligt fyri felagið at hava ein góðan dómarahóp, og vit fegnast um at dómarar leggjast til og førleikamenna seg.
FSF skipar javnan fyri dómaraskeiðum, og um tað er onkur, ið hevur áhuga fyri hesum, eru tit vælkomin at venda tykkum til samskipara felagsins á tlf 741574 ella teldupost samskipari@skalaif.fo
Beint nú hevur FSF eitt serligt tilboð til kvinnuligar dómarar, við einum vikuskiftisskeiðið sum verður 30.04-02.05. við gisting á hotel Brandan. Tekningarfreistin er úti hetta vikuskifti, so her er at gera skjótt av um áhugi er.

Skrivað: Annika Klein

Seinastu tíðindi

08. mar 2024

Aron Benjaminsen til norskan fótbólt

07. feb 2024

Aðalfundur felagsins

26. jan 2024

Sveinur Ellefsen høvuðsvenjari hjá kvinnum

23. des 2023

Markus Hellisdal til Skála ÍF