Í hálvt hundrað ár hevur Skála Ítróttarfelag virkað fyri, at fótbóltur á vestara armi á Skálafjørðinum er undir skipaðum viðurskiftum. Aðalendamálið hjá felagnum er, at skapa eitt ítróttarfelag við góðum umstøðum og venjingum á høgum støðið. Felagið hevur eisini stóran týdning fyri trivnað og menning í nærumhvørvinum. Tað skapar samanhald og ábyrgdarkenslu. Harumframt er fótbólturin eisini grundarlagið fyri mangt samrøðuevni - bæði í fríðtíðini, men eisini á skúlum og á arbeiðsplássum.

Skála Ítróttarfelag hevur umleið 350 íðkandi limir, og 30 venjarar eru knýttir at teimum ymisku liðunum. Eisini hevur felagið 250 hvílandi limir.

Virksemið hjá felaginum verður í stóran mun rikið sjálvboðið, og tilsamans vera fleiri ársverk brúkt uppá at liva upp til aðalendamálið hjá felaginum.

 
 
Viðtøkur fyri felagið:

§ 1. Navn og heimstaður
Navn felagsins er Skála Ítróttarfelag, stytt Skála ella Skála ÍF.
Felagið er stovnað 15. mai 1965. Felagið er óheft av politiskum og átrúnaðarligum áhugamálum. Heimstaður felagsins er Skáli.

§ 2. Endamál
Høvuðsendamál felagsins er at vekja ans og áhuga fyri ítrótti. At fremja og leggja til rættis ítróttarvirksemi.

§ 3. Limaviðurskifti

  1. Øll kunnu gerast limir í felagnum.
  2. Limagjaldið verður ásett á ársaðalfundinum. Ásetast kunnu ymisk limagjøld fyri aktivar og passivar limir umframt ungdómslimir og vaksnar. Ungdómslimir (undir 14 ár) hava ikki atkvøðurætt.
  3. Limir, ið eru í eftirstøðu við limagjaldinum, hevur starvsnevndin heimild at strika.
  4. Limir, ið ikki halda viðtøkur felagsins ella á annan hátt standa felagnum í vegin, hevur starvsnevndin heimild at strika.
§ 4. Skipan
Fyri viðurskiftum felagsins skipa:
Aðalfundurin
Starvsnevnd
Ungdómsnevnd
Møguliga aðrar nevndir settar av starvsnevndini.

§ 5. Aðalfundurin
Stk. 1.
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins. Hann verður hildin í fyrsta ársfjórðingi.
Aðalfundurin skal lýsast alment minst 14 dagar frammanundan fundinum. Lógliga lýstur aðalfundur er altíð viðtøkuførur.

Mál til aðalfundin skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi eina viku fyri fundin. Starvsnevndin leggur innkomin mál fram fyri aðalfundin.

Stk. 2. Ársaðalfundurin hevur fylgjandi fundarskrá:

  1. Fundarstjóri verður valdur
  2. Formaðurin greiðir frá farna ári
  3. Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur
  4. Innkomin mál
  5. Val av nevndarlimum + tiltakslimum í starvsnevndina og ungdómsnevndina
  6. Val av grannskoðara, sum í minsta lagi skal vera skrásettur.
  7. Ásetan av limagjaldi
  8. Ymiskt

Stk. 3. Fundarstjórin hevur heimild at gera broytingar í raðfylgjuni av punktunum á fundarskránni, og loyva øðrum innsløgum so sum gestarøðara ella framførslum á fundinum.

Stk. 4. Við val av starvsnevnd skal skrivlig atkvøðugreiðsla fara fram, og bert limir, ið hava atkvøðurætt, kunnu luttaka. Valbærur er tann, ið er fyltur 18 ár. Nevndarvalið kann avgreiðast við friðarvalið, um ein meiriluti av aðalfundinum góðtekur hetta, og tað ikki eru fleiri uppskot til nevndarvalið, enn talið av limum ið skulu veljast.

Stk. 5. Til allar lógarbroytingar krevst, at 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri.

Stk. 6. Mál, ið ikki standa á fundarskránni til aðalfundin og ikki snúgva seg um lógarbroytingar ella skipan av felagnum, kunnu vera tikin til viðgerðar og avgjørd, um minst 2/3 av møttu limunum góðtaka at málið verður lagt fram.

Stk. 7. Aðalfundurin avger við vanligum meiriluta, um onnur mál eru av slíkum týdningi, at tey krevja 2/3 av atkvøðunum fyri at verða samtykt. Fyri at eitt uppskot skal vinna sømdir krevst vanligur meiriluti, stendur á jøvnum er atkvøða formansins avgerandi.

§ 6. Eykaaðalfundur
Eykaaðalfundur verður hildin:
Tá ið aðalfundurin samtykkir tað
Um meirilutin í starvsnevndini samtykkir tað
Tá ið minst 15 av limum felagsins ynskja hetta, og samstundis boða starvsnevndini skrivliga frá teimum málum, ið skulu viðgerast.

Eykaaðalfundur verður lýstur eins og aðalfundurin. Mannagongdin í samband við ein eykaaðalfund er tann sama sum við árliga aðalfundin.
 
7. Starvsnevnd
stk. 1. Felagið verður stýrt av eini starvsnevnd, ið verður vald á aðalfundinum. Starvsnevndarlimir verða valdir fyri 2 ár. Starvsnevndin hevur hægsta vald í felagnum millum aðalfundirnar. Tá ið starvsnevndarlimur hevur forfall, tekur varamaður sæti í nevndini.
 
stk. 2. Í starvsnevndini sita í minsta lagið 4 og í mesta lagið 6 limir. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, peningarøkili og skrivara. Nevndin skipar seg sjálv á fyrstkomandi nevndarfundi eftir aðalfundin.
Stendur á jøvnum í atkvøðugreiðslum hjá nevndini, er formansins atkvøða avgerandi.
 
stk. 3. Formaðurin saman við einum nevndarlimi, ella 3 nevndarlimir í felag, kunnu tekna felagið í øllum vanligum viðurskiftum. Í samband við keyp ella sølu av fastari ogn krevst tó samtykt frá aðalfundi ella eykaaðalfundi. Í samband við skuldarbinding av felagnum longri enn 1 ár, krevst samtykki frá øllum starvsnevndarlimum, ella samtykki frá aðalfundi ella eykaaðalfundi. Starvsnevndin kann veita útvaldum ábyrgdarpersóni heimild og rammujáttan at gera sáttmálar við venjarar og leikarar vegna felagið. Slík heimild kann einans gevast fyri 1 ár í senn.
Formaður felagsins hevur heimild at umboða felagið mótvegis almennum og kommunalum myndugleikum, FSF, ÍSF og øðrum ítróttarfeløgum.
Starvsnevndin hevur heimild at veita samsýning til fólk, ið eru sett at taka sær av pørtum av dagliga virkinum í felagnum.
 
Stk. 4. Starvið hjá starvsnevndini er í høvuðsheitum:
At seta samtyktir aðalfundanna í verk
At standa fyri rakstrinum av felagnum
At gera reglugerð ella arbeiðsætlan fyri aðrar nevndir

§ 8. Ungdómsnevnd
stk. 1. Ungdómsarbeiði felagsins verður skipað av eini ungdómsnevnd við í minsta lagi 2 og í mesta lagi 4 limum. Limir verða valdir fyri 2 ár. Nevndin skipar seg við formanni, næstformanni og skrivara. Nevndin skal í samráð við starvsnevndina skipa og tilrættisleggja ungdómsarbeiði felagsins.

Stk. 2. Ungdómsnevndin hevur heimild at seta ungdómsvenjarar og høvuðsungdómsvenjarar, tó skal starvsnevndin góðkenna setanarviðurskiftini.

Stk. 3. Starvsnevndin hevur heimild at velja lim í ungdómsnevndina fram til næsta aðalfund, um so er at ungdómsnevndin ikki er fullmannað.

§ 9. Aðrar nevndir o.l.
Starvsnevndin hevur heimild at seta aðrar nevndir, arbeiðsbólkar, hjálparfólk, ráðgevarar o.l. at taka sær av pørtum av dagliga virkinum í felagnum.

§ 10. Roknskaparárið
Roknskaparár felagsins er frá 1. januar til 31. desember.

§ 11. Avtøka av felagnum
Stk. 1.
Felagið kann ikki avtakast, um 15 limir ynskja at halda áfram.

Stk. 2. Um so er, at felagið verður avtikið, so verða ognir felagsins at fella til óheft ungdómsarbeiði á Skála eftir avgerð í kommununi. Um einki er á Skála, so til annað óheft ungdómsarbeiði í kommununi.

§ 12. Gildið
Samtíðis sum henda lóg kemur í gildi, falla burtur allar samtyktir, sum stríða ímóti henni og somuleiðis eldri lógir felagsins.

Hendan lóg fær síðani gildi 

Samtykt á aðalfundi Skála Ítróttarfelag tann 12. februar 2018.