Felags kunning til foreldur/avvarandi og leikarar í barna- og ungdómsdeildunum.

Foreldrabólkur

Til hvørt lið í barna- og ungdómsdeildini, verða vald tvey-trý foreldraumboð í ein foreldrabólk. Ábyrgdin hjá foreldraumboðunum er m.a.

  • At virka sum bindilið millum foreldur, venjara og felagið.
  • At samskipa arbeiðsuppgávur í sambandi við heimadystir og líknandi tiltøk.
  • At samskipa ferðing í sambandi við útidystir eftir tørvi.

 

Venjing

Leikari eigur at møta í so góðari tíð til venjing, at klárt er at byrja venjingina á vøllinum, tá venjingartíðin er sett at byrja. Leikarin hevur sostatt skift og latið seg í gaggur, fylt vatndunkin, fingið luft á bóltin osv.

Neyðug útgerð, ið leikari skal hava við til venjing:

  • Hóskandi venjingarklæðir
  • Ein fyltan vatndunk
  • Gaggur
  • Skinnabeinsverjur
  • Fótbóltshosur
  • Ein fótbólt í hóskandi stødd
    • U8-U10 brúka stødd 3
    • U12-U14 brúka stødd 4
    • Eldru leikararnir brúka stødd 5

 

Dystir og kappingar:

Tá dystir eru, sendir venjarin dystarinnkallingar umvegis teldupost og facebookbólkin hjá liðnum. Neyðugt er, at leikari ella foreldur boða frá, um tað ber til at møta til dyst ella ikki, soleiðis at venjarin kann tryggja sær, at liðið er mannað til dystir.

Tá liðið eigur heimavøll, hava vit ábyrgd av at tryggja karmarnar rundanum kappingarumfarið. Foreldrabólkurin samskipar tær arbeiðsuppgávur, ið eru tongdar at heimadystum og býtir uppgávur út til spælarar.

Í sambandi við útidystir, har neyðugt er at sigla við SSL, ferðast luttakarar ókeyps, meðan foreldur/avvarandi rinda egnan ferðaseðlakostnað.
Skála Ítróttarfelag endurrindar eftir umbøn ferðaseðlakostnaðin fyri 1 bil, fyri hvørjar 4 leikarar á liðnum.

Foreldraumboðini samskipa ferðingina.

Hjá yngru liðunum, har talan er um kappingarumfør við fleiri dystum, skipar heimaliðið vanliga fyri, at leikarar fáa okkurt til matna.

Felagið rindar ikki mat í sambandi við útidystir.

Góð ráð til foreldur/avvarandi:

Eggja barni tínum at møta væl upp til venjingar, at virða venjaran, og at vera ein góður liðfelagi

  • Ikki trýsta ella ákæra barnið. Royn heldur at stuðla og eggja barninum.
  • Sýn virðing fyri venjaranum, og virð avgerðirnar, sum venjarin tekur
  • Ikki tosa ilt um venjara, dómara ella mótstøðulið til dystir.
  • Ansa eftir, at barnið hevur hóskandi útgerð til venjing og dystir.
  • Minst til, at barnið ikki venur ella spælir dyst fyri tína skyld