Virksemið hjá Skála Ítróttarfelag verður í stóran mun rikið sjálvboðið, og sum limur hjá Skála Ítróttarfelag hevur tú avgerandi týdning fyri felagið. Limirnir eru grundarlagið undir einum virknum ítróttarfelagi, tí uttan limir er onki felag.

Vit ynskja at skapa eitt enn betur ítróttarfelag. Fyri at røkka hesum máli, hava vit brúk fyri tykkum. Vit vilja bjóða børnum og ungdómi okkara betri umstøður og hentleikar til at íðka fótbólt, samstundis sum vit vilja hækka venjarastøðið. Við at raðfesta børnini og ungdómin kunnu vit eisini í framtíðini gera okkum galdandi í føroyskum fótbólti á hægsta stiði. Vit ynska at samsýna nøkrum av okkara íðnastu venjarum og leiðarum fyri tað stóra arbeiðið, teir gera fyri felagið. Hetta krevur góðar stuðlar.

Sum íðkandi limur stovnar tú teg sum brúkara við at trýsta á hesa leinkjuna, og skrásetir teg til eitt lið. Limagjaldið verður goldið við skráseting.

Ynskir tú at verða hvílandi limur hjá felagnum trýstir tú á hesa leinkjuna. Stovna tær ein brúkara og melda teg til sum hvílandi lim.

Familjuavsláttur verður givin um tað eru trý ella fleiri úr sama húsarhaldi, ið eru skrásett sum limir.

Tað kann tykjast eitt sindur tungt at skráseta seg fyrstu ferð, men hetta lættir sera nógv um í umsitingini – bæði viðvíkjandi innkrevjing av limagjaldi og umsiting av limum og liðum.

Ynskir tú at stuðla av tínum eintingum, hava vit konto hjá Eik: 9181 4677236.